Ongi úrslit

U20 menn til EM undankapping í sandflogbólti

Flogbóltssamband Føroya
11 tímar síðan

Eitt føroyskt lið luttekur í EM undankapping fyri U20 menn, sum verður 10. - 12. juli í Andorra.

Talan er um undankapping til EM í 2027. Lukas Poulsen og Óli Hvítklett umboða Føroyar í hesi kappingini, har tvey tey bestu liðini vinna seg til EM endaspælið í 2027.

Íalt 10 lið luttaka í hesi undankappinini og føroysku dreingirnir eru komnir í innleiðandi bólk við Andorra, Gibraltar, Írlandi og Liktenstein. Fyrsti dysturin verður ímóti Gibraltar. Hesin dysturin verður fríggjadagin kl. 10.30.

Hendan kappingin er byrjanin uppá sandflogbóltin hjá U-landsliðunum. Um eina viku skulu U20 genturnar leika undankapping. Hendan undankappingin er eisini í Andorra. 1. og 2. august, skulu U18 liðini við gentum og dreingjum leika í Wales.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

13 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47