Ongi úrslit

UArctic-ráðstevna: ES-kommisserurin í hav- og fiskivinnumálum vitjar Føroyar

Meira enn 1.000 luttakarar úr øllum heiminum hava teknað seg til UArctic Congress 2026, sum verður hildin við Tjarnir dagarnar 26. til 29. mai.

ES-kommisserurin í hav- og fiskivinnumálum, Costas Kadis.
Edmund Jacobsen
19. mai kl. 09:12

Samstundis verður eisini Ocean Connectivity Conference hildin.

Millum høvuðsrøðararnar eru ES-kommisserurin í hav- og fiskivinnumálum, Costas Kadis, og fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Katrín Jakobsdóttir. Bæði fara tey at røða til setanina 26. mai.

Vælkomumóttøka og almenn tiltøk

Longu 25. mai verður vælkomumóttøka á Tórsvølli frá klokkan 16 til 18. Sama kvøld verður eisini alment tiltak í Kongshøll um smátjóðir og stórveldastríð.

Ráðstevnan verður lýst sum tann størsta altjóða ráðstevnan, sum nakrantíð hevur verið hildin í Føroyum. Umleið 200 framløgur verða á skránni.

Dagsatgongumerki til sølu

Nú ber eisini til at keypa dagsatgongumerki til ráðstevnuna. Í prísinum eru miðmáli, kaffi, te og ábit íroknað.

Luttakarar, sum koma týsdag 26. mai, kunnu keypa atgongd til eina móttøku í Tórsgøtu um kvøldið. Prísurin er 20 evrur, svarandi til umleið 150 krónur.

Mikudagin 28. mai verður eisini endamóttøka við heitinum Ocean Night.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

20 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47