Ongi úrslit

UEFA sigur at NSÍ dysturin verður í kvøld

Europeiska fótbóltssamgongan gav ikki Hamrun Spartans viðhald, tá ið maltesiska felagið bað um at dysturin ímóti NSÍ í Klaksvík í kvøld varð útsettur

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Alt verður, sum tað frammanundan er ásett. Fyrsta bríksl í Conference League dystinum millum NSÍ og Hamrun Spartans  í Klaksvík í kvøld verður klokkan 19.45.

Maltesiska felagið Hamrun Spartans heitti annars á UEFA um at útseta dystin í fyrsta lagi til í morgin og í øðrum lagi til seinni í kvøld. Tað gjørdi felagið, tí ferðalagið úr Malta ikki lendi í Vágum fyrrenn stutt fyri døgurða. Ferðalagið fór frá húsum við leiguflogfari tíðliga í gjár, men heldur enn at gista í Klaksvík, sum ætlanin var, so endaði ferðalagið í gjárkvøldið í Bergen, tí tað var mjørki í Vágum.

Karstin Joensen formaður í NSÍ segði á døgurða í FM1 útvarpinum, at teir í NSÍ blandaðu seg ikki í avgerðina hjá UEFA, sum nú hevur staðfest, at dysturin í Klaksvík verður í kvøld klokkan 19.45.

 NSÍ - Hamrun Spartans: Kevin O'Sullivan kl. 19.45.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47