Ongi úrslit

Um eina viku verður tað

Myndin er frá Landsverki
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tey hava bíðað leingi, men nú verður tað. Næsta leygardag, tað er 18. juli, letur nýggi Dalstunnilin upp fyri almennari ferðslu.

Tunnilin letur upp klokkan 14 og í tí samvandi verður hátíðarhald. Tunnilin er 2.219 metrar, umframt at nýggjur vegur er gjørdur í Húsavík og  vegurin í Dali er breiðkaður og har er eisini  eitt stórt parkeringspláss gjørt.

Á hátíðarhaldinum fara Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum Anna Paulina Leo Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, at halda røðu og Havnar hornorkestur spælir.

Tá ið snórurin er kliptur umleið klokkan 14.30, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu og tá bjóða Landsverk og Húsavíkar kommunu øllum ein drekkamunn í Dali.

Áðrenn hátíðarhaldið verður høvdi at renna ella ganga, og at súkkla ígjøgnum nýggja tunnilin úr Húsavík. Tað byrjar klokkan 13.20 við tunnilsmunnan í Húsavík. Upphiting er 10 min. áðrenn og tað er er ikki neyðugt at melda til.

Fyri at halda skil á ferðsluni verður skipað fyri bussflutningi til og úr Dali og Húsavík í sambandi við hátíðarhaldið og renningina.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Løgreglan avdúkar fleiri netkynsbrot móti børnum

22 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47