Løgtingsins umboðsmaður hevur nú gjørt frágreiðingar eftir eftirlitsvitjanir á trimum føroyskum røktarheimum í fyrra hálvári 2026. Frágreiðingarnar eru sendar eldrasamstørvunum, leiðslunum á heimunum, landsstýriskvinnuni í heilsumálum og Løgtinginum.
Eftirlitið fevndi um Heimið við Vágna, Heimið á Sýnini og Suðuroyar Ellis- og røktarheim. Umboðsmaðurin kannaði millum annað gerandisdagin hjá búfólkunum, sambandið við avvarðandi, sjálvsavgerðarrætt, trygd, harðskap og tvingsil.
Óvissa um starvsfólk í framtíðini
Samanumtikið metti umboðsmaðurin, at arbeiðið var væl skipað, og at verandi starvsfólk høvdu neyðugu fakligu førleikarnar til at taka sær av búfólkunum.
Heimini vóru tó ivasom um, hvussu tey í framtíðini skulu fáa nóg nógv starvsfólk við nøktandi førleikum. Umboðsmaðurin vísir tí á týdningin av greiðum mannagongdum og góðari upplæring av nýggjum starvsfólkum.
Avvarðandi vóru sum heild væl nøgd við tænastuna, men summi hildu, at einstøk búfólk høvdu ein ov lítið virknan gerandisdag. Umboðsmaðurin mælir tí til at skipa fleiri tiltøk, sum geva meining bæði fyri felagsskapin og einstaka búfólkið.
Samstarvsráð manglaði – góðkenning farin úr gildi
Á einum røktarheimi var samstarvsráðið, sum sambært eldralógini skal vera á hvørjum røktarheimi, ikki valt. Síðani hevur stovnurin boðað frá, at samstarvsráð er valt og væntast at fara til verka.
Í einum øðrum føri staðfesti umboðsmaðurin, at ein góðkenning til tvingsilsinntriv var farin úr gildi. Stovnurin søkti síðani um nýggja góðkenning. Umboðsmaðurin leggur dent á, at tvingsilsinntriv altíð skulu byggja á eina ítøkiliga meting av støðuni hjá hvørjum einstøkum búfólki.