Løgtingsins umboðsmaður heitir á Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið um at endurskoða heimildirnar fyri næmingagjøldunum á SIT- og FHS-útbúgvingunum á Glasi.
Ein kanning vísir millum annað, at hvørki Undirvísingarstýrið ella Glasir hevur funnið skjalprógv fyri, at næmingagjøldini á SIT-útbúgvingini eru góðkend.
Tríggir borgarar vendu sær til umboðsmannin
Málið tók seg upp, eftir at tríggir borgarar í 2024 og 2025 vendu sær til Løgtingsins umboðsmann í sambandi við næmingagjøld á Glasi. Tey saknaðu greiða kunning um, hvussu Glasir hevði fingið heimild at krevja gjøld, og hvat gjøldini fevndu um.
Umboðsmaðurin fór tí undir at kanna, hvussu Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið høvdu heimilað Glasi at krevja næmingagjøld, hvat gjøldini fevndu um, og hvussu tey vóru góðkend.
Ymiskar reglur fyri útbúgvingarnar
Á vanligum gymnasialum miðnámi kann skúlin krevja gjald, sum samsvarar við kostprísin fyri ljóstøk, útprenting og annað tilfar, ið verður nýtt í undirvísingini.
Á SIT- og FHS-útbúgvingunum er lógarheimildin smalari. Har nevnir lógin bert ljóstøk, ið verða nýtt í undirvísingini.
Umboðsmaðurin metir tó, at heimildin eisini kann fevna um tilfar, sum er komið í staðin fyri ljóstøk. Samstundis heldur hon, at lógarásetingarnar eiga at verða broyttar, so tær samsvara betur við nútímans talgilda undirvísingartilfar.
Serligt tilfar og útgerð vekja ivamál
Sambært upplýsingunum, sum umboðsmaðurin hevur fingið, fevna næmingagjøldini á SIT-útbúgvingini eisini um serligt útbúgvingartilfar ella útgerð, sum verður ogn hjá næminginum.
Umboðsmaðurin heldur, at Mentamálaráðið eigur at tryggja, at hesi gjøld eru innan fyri lógarheimildina og standa mát við útreiðslurnar.
Tað sama er galdandi fyri næmingagjaldið á FHS-útbúgvingini.
Hinvegin hevur umboðsmaðurin ikki orsøk at finnast at teimum upphæddum, sum eru góðkendar og kravdar í næmingagjaldi á vanligum gymnasialum miðnámi.
Vil hava størri gjøgnumskygni
Umboðsmaðurin, Hanna Vang, eftirlýsir eisini greiðari og meira atkomiliga kunning til næmingar og almenningin.
Hon heldur, at tað eigur at vera alment og lætt at síggja, hvussu skúlarnir hava fingið heimild at krevja næmingagjøld, hvat gjøldini á teimum ymisku útbúgvingunum fevna um, og hvussu tey verða góðkend.
Í niðurstøðuni heitir hon á Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið um at endurskoða heimildirnar fyri næmingagjøldunum á SIT- og FHS-útbúgvingunum og tryggja, at gjøldini eru innan fyri lógarheimildina og standa mát við útreiðslurnar.