Ongi úrslit

Umhugsa at biðja um at fáa Paul Watson útflýggjaðan til Føroya

Hann hevur eisini brotið føroyska lóg fleiri ferðir

Áki Bertholdsen
2. august 2024 kl. 13:13

Nú er landsstýrið farið at umhugsa um tey skulu biðja um at fáa Paul Watson útflýggjaðan til Føroya.

Sum vit fleiri ferðir hava skrivað, hevur løgreglan í Grønlandi handtikið illa gitna hvalamótstøðumannin, Paul Watson.

Hann er handtikin tí at Japan hevur eftirlýst hann altjóða fyri at hava gjørt seg inn á japanskar hvalastingarar í 2010.

Nú hava myndugleikarnir í Japan eisini biðið donsku stjórnina um at fáa hann útflýggjaðan og tað er spurningurin, sum nú er til viðgerðar í danska løgmálaráðnum.

Men nú Løgtingið umrøður ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, reisti Høgni Hoydal, landsstýrismaður, spurningin um Paul Watson.

Hann heldur, at hetta er eitt løgið mál, sum eisini sigur eitt sindur um okkara fatan av okkum sum tjóð. Tí allastaðni verður bara tosað um at útflyggja hann til Japan.

Men Høgni Hoydal minnir á, at Paul Watson hevur eisini brotið føroyska lóg fleiri ferðir, uttan at vera rættarsøktur. Og Høgni Hoydal sigur, at hann hevur tosað við landsstýrismannin í lógarmálum um støðuna.

Og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sigur, at hann hevur ikki stórvegis viðmerkingar beint nú.

Men hann sigur, at tey kanna møguleikan fyri at biðja um at fáa Paul Watson útflýggjaðan til Føroya. Men enn er eingin avgerð tikin, tí fyrst skal greiða fáast á lógargrundarlagnum og tá ið tað er avgreitt, verður endalig støða tikin.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

Í gjár kl. 18:21

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15