Ongi úrslit

Umvælingararbeiði í 1981-bygninginum í Tofta skúla

Tíðindaskriv
8 tímar síðan

Í morgun varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Timburtænastuna. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri og fyri Timbrutænastuna undirskrivaði Heri Hansen, stjóri.

Tað hevur leingi verið ætlanin hjá kommununi at umvæla og klæða síðsta partin av útvegginum í 1981 bygninginum í Tofta Skúla. Talan er um veggin, sum vendir niðan ímóti beninum.

Arbeiðið varð boðið út til tríggjar fyritøkur, og tá ið innlatingarfreistin var farin, vóru tvey tilboð komin.

Á býráðsfundi, tann 18. mai 2026, samtykti býráðið at taka av lægra tilboðnum, sum var frá Timburtænastuni.

 

Arbeiðið byrjar nakað eftir summarfrítíðina og verður gjørt liðugt við ársenda.

Fyri Nes kommunu kemur Teknistovan í Gøtu at hava byggileiðsluna.  

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

14 tímar síðan

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41

Bjarging eystan fyri Sandoynna: Ein stór alda fylti bátin

Í gjár kl. 13:36