Ung føroysk útróðrarfólk kunnu hava fleiri ára royndir á sjónum uttan at fáa siglingstíðina góðkenda, um tey hava siglt við førum undir 20 BT. Nú verður landsstýrismaðurin í mentamálum biðin um at greiða frá, hví markið er sett, og um møguleiki er fyri undantøkum.
Tað er Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, sum hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um góðkenda siglingstíð.
Spyr, hví markið er 20 BT
Eirikur í Jákupsstovu vil hava at vita, hvaðani kravið um, at eitt far skal vera størri enn 20 BT, stavar, og um tað byggir á altjóða reglur.
Hann spyr eisini, hvussu vanligt tað er, at føroyingar við drúgvum royndum á sjónum verða raktir av regluni, tí teir hava siglt við ov smáum førum.
Løgtingsmaðurin vil harumframt vita, um landsstýrismaðurin er sinnaður at gera undantøk frá 20 BT-markinum, eitt nú fyri útróðrarfólk við smærri førum, sum hava virkað í harðbalnum sjógvi kring Føroyar.
Fleiri ung hava fingið áhuga fyri sjólívinum
Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður víst á, at fleiri ungfólk seinastu árini eru farin at rógva út við smærri útróðrarbátum.
Fleiri teirra hava gjøgnum útróðurin fingið áhuga fyri sjólívinum og ynskja at útbúgva seg víðari. Men hóast tey kunnu hava fleiri ára royndir á sjónum, telur henda tíðin ikki við, tá tey søkja inn á útbúgvingar, har siglingstíð er eitt krav.