Í gjár varð ringt úr einum handli til løgregluna at boða frá, at ein hevði verið í handlinum og stolið.
Løgreglan sigur at tjóvurin varð avdúkaður á vakmyndatólum, so løgeglan visti hvør tað var.
Løgreglan sigur, at tað, sum var stolið, var bara okkurt smáttarí, uttan at koma nærri inn á, hvar tað var.
Men tað kann kortini fáa álvarsligar avleiðingar, tí er viðkomandi yvir 15 ár, kemur hetta at standa sum ein viðmerking í revsiváttanini
Í revsiváttanini er ikki útgreinað, hvat brotsverk ein hevur gjørt, so tað kann fáa stórar avleiðingar fyri hendan unglingin, serliga um viðkomandi skal søkja okkurt starv, lærupláss, ella útbúgving har tey krevja reina revsiváttan.
Slíkt verður standandi í revsiváttanini í eina tíð - men hvussu leingi tað stendur, veldst um, hvussu álvarsligt brotsverkið her, men tað er í hvussu so er minst í tvey ár.