Ongi úrslit

Ungdómslandslið til OL

Luitjen Akselsson Apol (vm) og Jón í Horni Nielsen (hm), mynda unga føroyska talvlandsliðið, sum fer á olympiadu í heyst.
Talvsamband Føroya
2 tímar síðan

Sjáldan hava so nógv avboð verið til føroyska talvlandsliðið sum í summar. 

Tað hevur fingið nevndina í Talvsambandinum at manna landsliðið, sum í september skal á olympidu, við fýra unglingum aftrat OL-veteraninum John Rødgaard.

Eingin av okkara trimum sterkastu telvarum, Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft, sum hava verið bulurin á talvlandsliðnum seinnu árini, vera við hesaferð.

Avboðini frá okkara trimum essum tykjast at hava elvt til eina domino-effekt av øðrum avboðum, tí flest allir aðrir av okkara fremstu telvarum bóru seg undan at fara til Usbekistan í september.

Endin var so tann, at Talvsambandið tók út eitt ungdómslandslið við einum undantaki - veteraninum John Rødgaard, sum fleiri hildu hevði latið seg pensjónerað sum landsliðstelvari.

John Rødgaard er nú vorðin 71 ár, men telvar framvegis í Danmark. Miðalaldurin á hinum fýra á føroyska liðnum er undir tjúgu ár. Ein er 21, annar 20 og hinir 18.

Luitjen Akselsson Apol og John Rødgaard eru ávikavist nummar 4 og 5 á føroyska styrkilistanum, Jón í Horni Nielsen og Elias Petersen eru nummar 18 og 19, og Rókur Davidsen er nummar 27. Jón í Horni Nielsen og Elias Petersen vóru í vetur við á føroyska talvlandsliðnum, sum vann smálandakappingina á Kýprós, men Rókur Davidsen er óskrivað blað í landsliðshøpi.

Hví tað hevur gingið so striltið at manna okkara OL-landslið hesaferð er ikki gott at vita. Føroyar fingu annars søguliga gott úrslit á seinastu talvolympiaduni í Budapest í 2025. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og John Rødgaard telvaðu tá Føroyar fram sum nummar 52 í røðini av í alt 188 liðum.

Føroyska talvlandsliðið, sum fer á talvolympiadu í Usbekistan í september, verður hetta:

1. Luitjen Akselsson Apol HT, 2305 (20 ár)

2. John Rødgaard VT, 2250 (71 ár)

3. Jón í Horni Nielsen ST, 2078 (21 ár)

4. Elias Petersen HT, 2075 (18 ár)

5. Rókur Davidsen KTF, 1988 (18 ár)

Talvsambandið nýggjan formann

Nevndin í Talvsambandi Føroya hevur nú umskipað seg. Formaðurin seinnu árini, Ingi Wiberg, hevur lagt frá sær, tí hann helt seg ikki hava nóg góðar stundir at røkja sessin.

Nýggjur formaður er nú Hjalti Petersen úr Sandavági. Hjalti er sonur Gutta Petersen, fyrrverandi forseti í Talvsambandi Føroya. Nevndin heldur annars fram óbroytt. Sigurd Joensen av Toftum, sum hevur verið varamaður, tekur nú sætið í starvsnevndini.

Nevndin er nú mannað soleiðis:

Hjalti Petersen, formaður

Katrin Apol, næstforkvinna

Tina K. Jakobsen, kassameistari

Tummas Martin Sólsker, skrivari

Sigurd Joensen, nevdarlimur

Leggjast kann aftrat, at Katrin Apol er uppstillað í serstakan valbólk í evropeisku talvsamgonguni ECU (European Chess Union). Nevndarval verður leygardagin í rumenska høvuðsstaðnum Bukarest.

Topp 10 í juli

Niðanfyri sæst hvørjir okkara fremstu tíggju telvarar eru í løtuni.

Yvirlitið er tikið av juli-listanum hjá FIDE. Í alt 425 føroyskir telvarar vórðu skrásettir sum virknir í teimum ellivu feløgunum, sum í fjør heyst boðaðu frá luttøku í føroysku landskappingini.

Føroyar eru dragnaðar frá at hava verið nummar 74 til nú at vera nummar 81 av í alt 204 limalondum í altjóða talvsamgonguni FIDE. 

Yvirlitið er grundað á miðlstyrkitalið hjá fremstu tíggju telvarunum í hvørjum limalandi. Føroyar hava mist John Arna Nilssen av sínum yvirliti, tí hann hevur verið óvirkin í eini tvey ár. Soleiðis eru reglurnar. John Arni hevur staðið nummar trý á føroyska listanum til nú. 

Fýra av okkara fremstu tíggju telvarum, John Rødgaard, Flóvin Tór Næs, Jóan Hendrik Andreasen og Rógvi W. Rasmussen, búgva í Danmark og Svøríki, og telva mest har.

1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2542

2. IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2411

3. Rógvi Egilstoft, ST 2315

4. Luitjen Akselsson Apol, ST 2305

5. IM John Rødgaard, VT 2250

6. Ólavur Simonsen, KTF 2220

7. Flóvin Tór Næs, HT 2167

8. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2166

9. Rógvi W. Rasmussen, HT 2164

10. Martin Poulsen, HT 2158

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

Í gjár kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

18 tímar síðan

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30