Ongi úrslit

Ungdómstoppfundur í Tallinn: Føroysk ung kunnu søkja fram til 20. september

Ung úr Føroyum kunnu søkja um luttøku á Nordic Baltic Youth Summit 2026, har vitlíki, trygd, sálarheilsa og fólkaræði verða umrødd.

Norðurlendska ráðharraráðið og NORDBUK hava tikið stig til og fíggjað tiltakið í samstarvi við ungdómsráð og ungdómsfelagsskapir úr Norðurlondum og Baltikum.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Ung millum 18 og 30 ár, sum búgva í Føroyum, kunnu søkja um at luttaka á Nordic Baltic Youth Summit 2026 í Tallinn í Estlandi. Toppfundurin verður 4. og 5. desember, og umsóknarfreistin er 20. september klokkan 23.59 estlendska tíð.

Fimm høvuðsevni á skránni

Luttakararnir skulu kunna vera við allan toppfundin og samskifta á enskum. Høvuðsevnini eru vitlíki, radikalisering, sálarheilsa, trygd og mótstøðuføri umframt ungdómsluttøka í fólkaræðinum.

Fyrireikararnir leggja dent á, at umsøkjarar ikki nýtast at hava serligar royndir ella fakligan førleika. Endamálið er eisini at fáa fram sjónarmið, hugskot og persónligar royndir hjá ungum.

Norðurlendskt og baltiskt samstarv

Estiska ungdómsráðið skipar fyri toppfundinum. Norðurlendska ráðharraráðið og NORDBUK hava tikið stig til og fíggjað tiltakið í samstarvi við ungdómsráð og ungdómsfelagsskapir úr Norðurlondum og Baltikum.

Meira um Baltic Youth Summit 2026

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06