Í gjár var løgreglan á ferð runt umkring við ferðmátaranum. Ùrslitið var, at fleiri bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt, bæði í Havn, í Kollafjørði og á Skálafjørðinum.
Teir flestu fingu bót fyri at koyra eitt sindur ov skjótt, men ein bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra beint yvir 71 kilometrar um tíman á einum strekki á Skálafjørðinum har tað er loyvt at koyra 50.
Men verri var hjá einum øðrum bilførara, sum koyrdi 95 kilometrar um tíman á einum strekki á Skálafjørðinum har tað er loyvt at koyra 50.
Undir vanligum umstøðum hevði hann mist koyrikortið treytað. Tað vil siga, at hann hevði varðveitt koyrikortið, men hevði verið noyddur at farið upp til nýggja koyriroynd í næstu framtíð.
Men í hesum føri var talan um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikortið styttri enn trý ár. Tey trý fyrstu árini, ein hevur koyrikort, eru eitt slag av royndartíð og tá skal minni til fyri at missa tað aftur.
Og í hesum føri fær bilførarin koyriforboð, so hann sleppur ikki í bil aftur fyrr enn hann hevur tikið koyrikortið um aftur.