Seinnapartin í gjár hendi eitt lítið ferðsluóhapp í Hoyvík tá ið ein persónbilur bar við ein ungan drong, sum var til gongu.
Sjúkrabilur varð sendur á staðið, men tað vísti seg ikki at drongurin hevði fingið stórvegis skaða. Men hann gramdi seg um pínu so av trygdarávum fór hann á Landssjúkrhúsið til kanningar
Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eisini boð um, at tað reyk illa úr einum bilverkstaði við Norðskála. Sløkkiliðið varð sent á staðið, men tað vísti seg bara at vera eitt gamalt oljufýr, sum var farið at rúka.