Ongi úrslit

Uni Debes & The Tomcats á Mentanarnáttina á Tvøroyri

Tíðindaskriv
11. mai kl. 14:38

“Okra egni” Uni Debess, saman við fantastisku the Tomcats, verður eisini millum nøvnini á Mentanarnáttini.

Tað eru fáir, ið eins og Uni megna at fáa guitarin at gera júst sum hann vil, samstundis sum vit hoyra hansara eyðkendu, góðu bluesrødd. Uni er kendur sum “blueskongurin” í Føroyum og tað er ikki av ongum. Síðan hann, saman við bólkinum GoGo Blues, sang seg til ein sigur í Prix Føroyar kappingini í 2005, hevur hann sementerað seg á føroyska tónleikapallinum, sum eitt navn, ið ikki er til at koma uttanum.

Uni verður ikki einsamallur á pallinum. Við sær hevur hann tveir aðrar tónleikaúrmælingar - Edvard Nyholm Debess og James Philip Goodwin. Báðir eru at telja millum bestu tónleikarar, ið Føroyar kunnu vísa á – Edvard á kontrabass og James á trummum.

Hesir tríggir megna altíð at fáa fjøldina við, til teirra upplívgandi tónar og fantastisku hjáveru á pallinum. Teir fara at undirhalda okkum, beint eftir felagssangin á Mentanarnáttini á Tvøroyri, 29. mai, og teir hava eisini lovað at spæla ”I’m gone”, ið Uni á sinni, saman við GoGo Blues, fullkomuliga tók øll á bóli og vann Prix Føroyar.

Vit síggjast til eina fantastiska tónleikaløtu saman við Una Debess & the Tomcats hin 29. mai, miðbýnum á Tvøroyri!

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03