Kynslig brotsverk eru eitt afturvendandi kjakevni og nú er tað reist enn eina ferð.
Í hesum sambandi hava Tjóðveldi, Miðflokkurin, Sjálvstýri og Ruth Vang úr Framsókn, lagt uppskot fyri Løgtingið um at taka stór og víttfevnandi stig á hesum øki.
Tí vilja tey hava at Løgtingið skal samtykkja at leggja eina heildarætlan við ítøkiligum tiltøkum um, hvussu kynslig brotsverk kunnu fyribyrgjast og basast. Tá ið heildarætlanin er løgd, skulu uppskotini um at fremja hana í verki, leggjast fyri Løgtingið
Tey vísa á, at Føroyar hava havt eina heildarætlan um kynsligan ágang. Men hon varð løgd í 2015 og tí má hon dagførast tí samfelagið er í stórari broyting, og serliga talgildi harðskapurin er ein nýggj og stór avbjóðing.
Internetið og sosialir miðlar eru nú ein nýggjur máti hjá at fáa fatur í børnum og ungum, umframt tilkomnum, siga uppskotsstillararnir.
Javnan hoyrist um økt tal á kynsligum brotsverkum, og tað er stórur tørvur á at viðgera henda samfelagstrupulleika við tiltøkum og ætlanum.
Í hesum sambandi skulu kynslig brotsverk skiljast í breiðastu merking, og tiltøkini skulu tí fevna um alt frá fyribyrging til hjálp og viðgerð til tey, sum eru fyri brotsverki. Talan skal eisini vera um at broyta revsilógina, umramt um hjálp til tey, sum fremja kynslig brotsverk.
– Tað eigur at verða gjørd ein heildarætlan, sum tekur støði í, at vit í Føroyum arbeiða miðvíst fram ímóti eini 0-hugsjón, tá ið tað snýr seg um kynslig brotsverk, siga tey.
Tey mæla til, at heildarætlanin eisini skal viðgera fyrningarfreistir, revsing og møguleikarnar fyri at finna brotsfólkini.
Tey, sum leggja uppskotið fram undrast á, at revsingin fyri kynslig brotsverk er so lág.
– Ongin ivi er um, at tann, sum er fyri kynsligum brotsverkum, fær mein fyri lívið, men brotsfólkið fær kanska nakrar fáar mánaðar revsing, siga tey.
– Hetta skalar rættvísiskensluna, og gevur almenninginum eina fatan av, at brotsverkini ikki eru so álvarsom, leggja tey afturat.
– Fyri mong, sum eru rakt av kynsligum brotsverkum, tekur tað fleiri ár at tora at siga frá teimum.
Tað er ikki altíð, at børn megna at siga frá brotsverkunum, og í ávísum førum er hetta nakað, sum ikki kemur fram fyrr enn fólk eru blivin vaksin, og kanska sjálvi eru blivin foreldur.
Men tá hava tey ofta ongan møguleika at fáa brotsverkini roynd í rættarskipanini, tí brotsverkini eru ov gomul, og harvið fyrnað.
– Vit eiga at gera upp við hetta, so kynslig brotsverk ikki fyrna, men at tey raktu hava møguleika at fáa málini í rættarskipanina, so ein rættarúrskurður kann gerast, siga uppskotsstillararnir.
Tað er eisini neyðugt við einum víðum sjónarringi, tá ið kynslig brotsverk skulu fyribyrgjast, og tá ið ráðgeving og hjálp skal veitast.
Eitt nú snýr tað seg um at ala fram ein hugburð, har kynsligur harðskapur ikki á nakran hátt verður góðtikin, og at vit í felag arbeiða fram móti eini 0- hugsjón.
Tað snýr seg eisini um, at at vitanin er til staðar, har fólk eru.
– Tað snýr seg um dagstovnar, skúlar, útbúgvingarstøð, frítíðarfelagsskapir, samkomur, arbeiðspláss, stovnar, heilsuverk og í almenninginum sum heild.
– Tí mugu tiltøkini í heildarætlanini røkka hesum, umframt hvussu vit hjálpa teimum raktu, eisini teimum, sum fremja brotsverkini, siga uppskotsstillararnir.