Urd hevur tilboð innan vanliga umlætting, viðlíkahaldsvenjing, rehabilitering og palliatión. Sambært leiðaranum, Hanne-mi á Brúgv, hava tey fyrstu fimm árini verið bæði stuttlig og spennandi.
– Vit fingu eina góða byrjan, tí ætlanin bleiv eitt sindur seinkað. Tað merkti, at starvsfólkini øll fingu tíð til at læra hvønn annan at kenna, segði Hanne-mi á Brúgv.
Trivnaður og serligar umstøður
Leiðarin segði eisini, at trivnaðurin hevur verið góður bæði hjá starvsfólkum og teimum, sum hava verið knýtt at deplinum. Sambært henni hevur Urd ongantíð havt trupulleikar at fáa starvsfólk.
Hon vísti á, at bygningurin ikki líkist einum vanligum stovni.
– Her eru eingir beinir veggir, her er høgt til loftið, og eingir veggir eru hvítir, segði hon.
Døgurði, tónleikur og felagssangur
Urd hevur 27 stutttíðarpláss, og starvsfólkatalið er nakað omanfyri 50, tá øll eru tald við.
Føðingardagurin varð hátíðarhildin við døgurða, felagssangi og klaverundirspæli. Seinnapartin vóru kaffi og køka á skránni, og eitt blásaraorkestur frá musikkskúlanum framførdi eisini.
Les meira - og sí fleiri myndir - á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.