Ongi úrslit

USA-valið: Demokratar vinna stórsigur og taka meirilutan í Kongressini

Demokratarnir hava tryggjað sær meirilutan í báðum kømrum amerikonsku Kongressarinnar. Valúrslitið er ein stórur ósigur fyri Donald Trump forseta.

© Jon Sailer / Unsplash.
Amerikansku veljararnir hava broytt politisku valdsjavnvágina. Demokratarnir hava vunnið meirilutan í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum, og Donald Trump stendur nú framman fyri eina Kongress, har andstøðuflokkurin hevur meirilutan.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Demokratarnir hava vunnið bæði Umboðsmannatingið og Senatið á amerikanska miðskeiðisvalinum. Tað skrivar DR við tilvísing til tíðindastovuna AP.

Flokkurin hevur tryggjað sær 53 sessir í Senatinum og minst 218 sessir í Umboðsmannatinginum.

Ein av størstu óvæntaðu sigrunum er í Texas, har demokratarnir hava vunnið bæði ein senatssess og guvernørvalið.

James Talarico er fyrsti demokraturin, sum hevur vunnið eitt senatsval í Texas síðan 1988.

– Vit hava júst vunnið Texas aftur, segði hann við fegnar stuðlarar.

Demokratarnir hava eisini tikið sjey senatssessir frá republikanarunum.

Fyrrverandi forsetin Barack Obama sigur, at amerikanararnir hava sent greið boð.

Hann heitir á demokratarnar um at brúka nýggja politiska valdið til at fremja broytingar og forða fyri meiri skaða.

Donald Trump hevur framvegis tvey ár eftir av forsetaskeiði sínum.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

Í gjár kl. 09:30