Demokratarnir liggja væl fyri undan amerikanska miðskeiðsvalinum 3. november. Ónøgdin við Donald Trump og hækkandi livikostnaðin gevur flokkinum góðar vónir um sigur. Tað skrivar BBC.
Veljarakanningarnar benda á, at demokratarnir kunnu vinna í nóg nógvum valdømum til at tryggja sær teir 218 sessirnar, sum krevjast fyri at fáa meirilutan í Umboðsmannatinginum. Eisini í fleiri týdningarmiklum valstríðum um sessir í Senatinum stendur javnt á.
Sambært einari kanning hjá New York Times stendur á jøvnum í South Carolina, har Trump vann við 18 prosentstigum í 2024. Kanningar hjá CNN vísa eisini, at demokratarnir liggja á odda í Texas, Kansas og Maine.
Trump hevur áður gjørt kanningarnar til skammar
Stóri spurningurin er, um veljarakanningarnar geva eina rætta mynd.
Trump fekk munandi størri undirtøku enn væntað á forsetavalunum í 2016 og 2024. Eisini í 2020 vóru kanningarnar ov bjartskygdar hjá Joe Biden.
Clifford Young, stjóri í Ipsos Public Affairs, vísir á, at tað er vorðið torførari at fáa amerikanarar at taka lut í veljarakanningum.
Serliga konservativir veljarar hava lyndi til at halda seg burtur. Tað kann geva eina skeiva mynd av undirtøkuni hjá demokratunum.
Ónøgdin við Trump kann avgera valið
Sambært tølum frá Silver Bulletin 30. oktober taka 59,9 prosent av amerikanarunum ikki undir við Trump, meðan 37,3 prosent stuðla honum.
Søguliga hevur flokkurin hjá sitandi forseta ofta mist sessir á miðskeiðsvali.
Men broytt valdømi, politisk polarisering og stórar upphæddir til valstríðslýsingar hjá republikanarunum kunnu avmarka framgongdina hjá demokratunum.
Veljarakanningarnar geva teimum kortini góðar vónir um sigur. Hvørt tær fáa rætt, verður greitt, tá amerikanararnir fara á val týsdagin.