Ongi úrslit

Útbúgving til KT-supportara er á gáttini

KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti, nú eru útlit fyri, at fyrstu næmingarnir í KT supportara útbúgvingini kunnu byrja longu fyrst í november

industry.fo/KT-Felagið
5 tímar síðan

Arbeiðið við at seta á stovn eina føroyska útbúgving til KT-supportara er nú komið so langt, at fyrstu næmingarnir væntandi kunnu byrja longu fyrst í november.

Ein føroysk KT-supportaraútbúgving hevur í fleiri ár verið eitt ynski hjá KT-felagnum. Felagið fegnast tí um, at ætlanin nú er um at gerast veruleiki, og vónar, at bæði ung og vaksin fara at taka væl ímóti nýggja útbúgvingarmøguleikanum.

Samstundis er avgerandi, at vinnan tekur væl ímóti útbúgvingini. Ein yrkisútbúgving er treytað av, at fyritøkur og arbeiðspláss eru sinnað at taka lærlingar til sín og geva teimum møguleika at menna sínar førleikar í verki.

KT-felagið vónar tí, at nóg nógv lærupláss verða tøk, so útbúgvingin fær eina góða byrjan og kann mennast til ein fastan part av føroyska útbúgvingartilboðnum.

Útbúgvingin er ikki bert ætlað fyritøkum í KT-vinnuni. KT er í dag ein grundleggjandi partur av virkseminum hjá nærum øllum fyritøkum og stovnum, og tørvurin á KT-førleikum er stórur í øllum vinnugreinum.

Tí kunnu eisini fyritøkur og stovnar uttan fyri sjálva KT-vinnuna hava gagn av at taka ein KT-supportaralærling.

KT-felagið vónar, at áhugin verður góður bæði millum komandi næmingar og arbeiðsgevarar, og at útbúgvingin við tíðini kann gerast ein fastur partur av føroyska útbúgvingartilboðnum og vera við til at nøkta vaksandi tørvin á KT-førleikum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

Í gjár kl. 11:51

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30