Ongi úrslit

Útlánini vaksa hjá Betri Banka: Bankin hækkar ársmetingina við 70 milliónum

Betri Banki hevur hækkað væntanina til ársúrslitið við útvið 70 milliónum krónum eftir eitt sterkt fyrra hálvár við 141 milliónum krónum í avlopi.

© Betri Banki.
Betri Banki hevur skrúvað munandi upp fyri væntanunum til 2026.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Betri Banki hevur skrúvað munandi upp fyri væntanunum til 2026. Bankin væntar nú eitt úrslit eftir skatt millum 270 og 290 milliónir krónur. Við árslok 2025 var metingin millum 180 og 220 milliónir krónur.

Hækkingin kemur eftir eitt sterkt fyrra hálvár. Betri Banki hevði 141,0 milliónir krónur í avlopi eftir skatt og 172,0 milliónir krónur í avlopi áðrenn skatt.

Úrslitið eftir skatt var tó eitt vet lægri enn somu tíð í fjør. Fyrra hálvár 2025 var avlopið 146,0 milliónir krónur, meðan úrslitið áðrenn skatt tá var 178,0 milliónir krónur.

Útlánini vuksu meira enn væntað

Ein høvuðsorsøk til betraða úrslitið er, at útlánini eru vaksin meira enn bankin upprunaliga væntaði. Tað hevur eisini givið størri rentuinntøkur.

Útlánini vuksu við umleið 443 milliónum krónum fyrra hálvár og vóru komin upp í 9,668 milliardir krónur við hálvárslok. Vøksturin var 4,8 prosent. Innlánini vuksu samstundis við umleið 184 milliónum krónum.

Við hálvárslok hevði bankin innlán fyri 10,887 milliardir krónur. Innlánsavlopið var 1,2 milliardir krónur.

Afturførdi 20,5 milliónir krónur í niðurskrivingum

Sterka gongdin í føroyska búskapinum hevur eisini havt jaliga ávirkan á roknskapin. Sambært bankanum hava kundarnir sum heild havt gott gjaldføri og megnað at halda sínar lánsskyldur. Tað gav bankanum grundarlag fyri at afturføra áður gjørdar niðurskrivingar.

Tilsamans vórðu 20,5 milliónir krónur afturførdar í niðurskrivingum fyrra hálvár. Bankin væntar tó ikki, at slíkar afturføringar fara at hava stórvegis ávirkan á úrslitið seinna hálvár.

Bankin er vaksin

Samlaða fíggjarstøðan hjá Betri Banka var 14,037 milliardir krónur við hálvárslok. Tað er ein vøkstur úr 13,686 milliardum krónum við árslok 2025 og 13,550 milliardum krónum eitt ár frammanundan. Vøksturin stavar fyrst og fremst frá størri útlánum og innlánum.

Eginognin var 2,838 milliardir krónur. Solvensurin var 39,6 prosent, samanborið við ein roknaðan solvenstørv á 9,5 prosent og eitt samlað krav á 31,9 prosent.

Gjaldførið liggur eisini væl oman fyri lógarásettu mørkini. LCR-lyklatalið var 227,7 prosent, og NSFR-lyklatalið var 156,7 prosent. Lógarkravið er 100 prosent fyri bæði lyklatølini.

Væntar framvegis sterkan føroyskan búskap

Betri Banki lýsir føroyska búskapin sum framvegis sterkan. Arbeiðsloysið er lágt, lønargjaldingarnar vaksa, og útflutningsvirðið hevur sett nýggj met. Samstundis eru tekin um, at vøksturin í pørtum av búskapinum er viknaður nakað.

Bankin væntar, at úrslitið seinna hálvár verður á leið tað sama sum fyrra hálvár. Rentuinntøkurnar verða væntandi størri orsakað av rentuhækkingum, og samlaða ársúrslitið eftir skatt verður nú mett at liggja millum 270 og 290 milliónir krónur.

Tú kanst lesa allan hálvársroknskapin her.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

Í gjár kl. 18:05

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

Í gjár kl. 09:50

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50