Ongi úrslit

Útlendingar sum vilja búgva í Føroyum, verða bara kannaðir í Danmark

Tað er ikki Útlendingastovan í Føroyum, sum viðgerð um ein útlendingar skal fáa varandi uppihaldsloyvi ella ríkisborgaraskap, tí tað verður viðgjørt í Danmark
Áki Bertholdsen
30 minuttir síðan

 Útlendingar, sum vilja sleppa at verða verandi í Føroyum, skulu ígjøgnum somy mylluna, sum útlendingar, ið vilja búgva í Danmark.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.

Tað er Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur reist spurningin tí hann heldur, at vit eiga at tryggja okkum at útlendingar við ódemokratikum virðum ikki fáa ríkisborgararætt, ella varandi uppihaldsloyvi, í Føroyum.

Hann vísir á, at danska stjórnin arbeiðir við at seta í verk eina skipan í verk har teir útlendingar, sum søkja um at fáa danskan ríkisborgararætt, verða kannaðir fyri útsagnir og hugsanir, sum eru í stríð við fólkaræðislig virði.

LES MEIRI UM TAÐ HER: Vit eiga at tryggja okkum at útlendingar í Føroyum virða fólkaræðið og føroysk virðir

Jacob Vestergaard staðdestir, at tað eru ymiskir mátar hjá útlendingum  at fáa ríkisborgararætt í danska ríkinum upp á.

Fólk, sum búgva í Føroyum, og eru ríkisborgarar í einum øðrum Norðurlandi, ella sum áður hava havt danskan ríkisborgararætt frá føðing, kunnu fáa ríkisborgararætt í danska ríkinum við at lata Ríkisumboðnum í Føroyum eina váttan um tað.

Annars kunnu útlendingar bara fáa ríkisborgararætt í danska ríkinum við lóg og fyri at fáa ríkisborgararætt í danska ríkinum skal útlendingurin lúka fleiri treytir.

Tað er løgreglan í Føroyum, sum tekur ímóti umsóknum um danskan ríkisborgararætt frá útlendingar, sum búgva í Føroyum, men tað er Udlændinge- og Integrationsministeriet í Danmark sum viðger tær.

Lýkur útlendingurin treytirnar fyri at fáa ríkisborgararætt í danska ríkinum, verður hann skrivaður í eitt lógaruppskot, sum Fólkatingið skal samtykkja. Slík lógaruppskot verða vanliga løgd fyri Fólkatingið tvær ferðir um árið, nevniliga í apríl og í oktober.

– Tað eru sostatt bara danskir myndugleikar, sum taka ímóti og viðgera allar umsóknir um ríkisborgararætt í danska ríkinum, sigur Jacob Vestergaard.

– Teir útlendingar, sum búgva í Føroyum og søkja um ríkisborgararætt í danska ríkinum, verða tí eisini fevndir av eini møguligari screeningsskipan, sum skal kanna útsagnir og hugsanir, sum verða mettar at vera í ósamsvari við fólkaræðislig virði.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Arbeiðshóhapp: Datt tríggjar metrar niður av einum byggipalli

17. november kl. 07:38

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Løgmaður er ónøgdur: Hann vil tryggja sær at hetta ikki hendur aftur

17. november kl. 09:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10