Útlendski ferðaleiðarin, sum varð tikin fríggjadagin, er nú útvístur úr Føroyum.
Fríggjadagin varð ringt til løgregluna at melda, at eitt útlendskt ferðalag var í fjøllunum oman fyri Funning. Tað vísti seg, at tað var ein ferðaleiðari úr Rumenia við einum ferðalagið upp á eini átta fólk.
Hann viðgekk, at hann hevði ikki arbeiðsloyvi og hann visti heldur ikki av, at tað var eitt krav.
Tí fekk hann eina bót upp á 10.000 krónur og hana rindaði hann beinanvegin. Bótin verður ásett eftir, hvussu leingi hann hevur verið her, og hann var akkurát komin.
Men málið varð eisini lagt fyri útlendingamyndugleikarnar í Danmark og í gjár kom avgerðin. Og hon er, at útlendski ferðaleiðarin at útvísast úr Føroyum í tvey ár. Løgreglan sigur, at hann er farin av landinum.