Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Hósvík, har ið ein bilur ikki helt víkiskylduna. Hann kom úr bygdini og ætlaði út á høvuðsvegin, men helt ikki av fyri einum bilin, sum kom eftir høvuðsvegnum, og so brustu teir saman.
Fólkaskaði var eingin, men bilarnir fingu skaða.
Løgreglan sigur, at bilførarin, sum ikki helt víkiskylduna var ein útlendskur ferðamaður, sum var á veg av landinum aftur.
Tí varð málið avgreitt á staðnum. Sostatt fekk hann 2.000 krónur í bót, sum hann skuldi rinda beinanvegin, og somuleiðis misti hann koyrikortið í Føroyum.
Tað merkir, at kemur hann aftur, kann hann ikki koyra bil, fyrrenn hann hevur tikið koyrikortið av nýggjum.
Hetta hevur kortini ongar avleiðingar fyri koyrikortið í heimlandinum ella aðrastaðni uttanlands.