Hósdagin tók løgreglan eitt útlendskt ferðafólk, sum var komið til Føroyar ein túr - men í dag varð tað sent av landinum aftur.
Tá var nevniliga ringt til løgregluna úr tveimum handlum í Havn at melda, at fólk høvdu verið inni og stolið klæðir. Løgreglan sigur, at tjóvurin varð avdúkaður av vakmyndatólinum í handlinum, so løgreglan fann hann aftur.
Løgreglan sigur, at tey funnu tjóvin aftur og at talan var um eitt útlendskt ferðafólk.
Løgreglan sigur, at umframt at fáa bót, og rinda fyri klæðini, er avgerð nú eisini tikin um, at persónurin skal vísast av landinum og sleppur ikki aftur til Føroyar í tvey ár.