Fólk liva alsamt longur, og nógv eldri hava fleiri virkin ár fyri framman. Hetta skapar nýggjar møguleikar bæði fyri tann einstaka, vinnulívið og samfelagið sum heild.
Tað er hetta sokallaða Silver Economy, sum verður sett á breddan á Útnorðurdegnum 2026. Hugtakið fevnir millum annað um møguleikarnar, sum standast av einum longri og liðiligari arbeiðslívi, íverksetan, sjálvsvild og øðrum mátum hjá eldri at taka virknan lut í samfelagnum.
Eirik Fiva, verkætlanarleiðari fyri NORA-verkætlanina Seniorer – NORAs guldreserver, fer at hava framløgu um, hvussu samfelagið kann fáa meira burtur úr vitanini, royndunum og arbeiðsmegini hjá eldri.
Aftaná verður pallborðsorðaskifti við umboðum fyri Havnar Arbeiðarafelag, Landsfelag Pensjónista, Føroya Lærarafelag, Útnorðurráðið og Vinnuhúsið.
Her verður millum annað umrøtt, hvussu londini í útnorðri kunnu skapa nýggjar møguleikar fyri eldri og samstundis fáa størri gagn av teirra førleikum og royndum.
Vísusangarin Kári P. fer eisini at framføra nøkur úrvald løg á degnum.
Útnorðurdagurin verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 23. september klokkan 16. Tiltakið setur á hvørjum ári sjóneykuna á aktuell evni og møguleikar fyri samstarvi millum londini í útnorðri.