Ongi úrslit

Váðamyndin meira enn eitt ár seinkað: Nú krevur Bjarni svar frá Bárði

Fyrsta føroyska váðamyndin skuldi verið liðug í fyrru hálvu av 2025. Nú vil Bjarni Kárason Petersen hava at vita, nær hon kemur.

© Savnsmynd.
Hvar er váðamyndin? Bjarni Kárason Petersen krevur nú svar, eftir at føroyska váðamyndin er meira enn eitt ár seinkað.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Føroyska váðamyndin skuldi verið liðug í fyrru hálvu av 2025. Meira enn eitt ár seinni er hon framvegis ikki almannakunngjørd.

Nú krevur Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, svar frá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum: Nær kemur váðamyndin?

Í einum skrivligum fyrispurningi frá 1. oktober spyr Bjarni Kárason Petersen beinleiðis, nær fyrsta váðamyndin fyri Føroyar verður almannakunngjørd.

600.000 krónur settar av

Á fíggjarlógini fyri 2025 setti landsstýrið 600.000 krónur (600.000 DKK) av til tilbúgvingarøkið. Pengarnir skuldu gera tað møguligt hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum at gera eina váðameting fyri Føroyar.

Endamálið var at lýsa og greina teir váðar, sum kunnu raka føroyska samfelagið, so tilbúgvingin kann leggjast betur til rættis.

Váðamyndin skuldi eftir ætlan vera liðug í fyrru hálvu av 2025 og síðani dagførast regluliga. Men enn er eingin váðamynd almannakunngjørd.

HAGA-samstarvið eisini drigið út

Bjarni Kárason Petersen spyr eisini, um landsstýrismaðurin ætlar, at tilbúgvingarmyndugleikin leypandi skal almannakunngera eina føroyska váðamynd.

Harumframt vil hann vita, um landsstýrismaðurin fer at arbeiða fyri, at Føroyar gerast partur av HAGA-samstarvinum bæði á embætismanna- og ráðharrastigi.

HAGA er norðurlendska samstarvið innan tilbúgving. Sambært fyrispurninginum hevur verið eitt ynski úr Føroyum um at gerast partur av samstarvinum, men hetta er enn ikki komið á mál.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

12 tímar síðan

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

Í gjár kl. 09:09