Ongi úrslit

Væleydnaður upplýsingarfundur við tilflytarar – Integratión NorðEystur

Endamálið við fundinum var at geva nyttugar upplýsingar um føroyska samfelagið, mentan, gerandislív, rættindi og ábyrgdir

Eysturkommuna
1 tími síðan

Hóskvøldið 24. september 2026 var fyrsti upplýsingarfundurin fyri tilflytarar í Integratión NorðEystur, har Sóley Sjúrðaberg integratiónssamskipari kunnaði um lívið í Føroyum og møguleikarnar fyri at gerast virknir limir í samfelagnum.

 

Umleið 12 tilflytarar møttu til hendan fyrsta kunningarfundin, sum varð hildin í Miðnámi á Kambsdali.

Endamálið við fundinum var at geva nyttugar upplýsingar um føroyska samfelagið, mentan, gerandislív, rættindi og ábyrgdir. Fundurin gav eisini møguleikar at læra um almennu tænasturnar, at hitta onnur nýkomin og at gerast partur av lokala samfelagnum.

Sóley Sjúrðaberg, integratiónssamskipari, fegnast um, at fundurin eydnaðist sera væl, fleiri tilflytarar møttu og luttóku aktivt, har tey lutaðu sínámillum spurningar, royndir og sjónarmið.

– Samrøðurnar staðfestu ein sterkan áhuga í at læra meir um lívið í Føroyum og at gerast virknir limir í samfelagnum.

Integratión NorðEystur hevur fyri fáum døgum síðan fingið nýggja heimasíðu, www.ine.fo, har øll kunning, sum er viðkomandi fyri tilflytarar og onnur áhugað, verður savnað.

Integratión NorðEystur fevnir um Fuglafjarðar kommunu, Eysturkommunu, Klaksvíkar kommunu, Kunoyar kommunu, Hvannasunds kommunu, Viðareiðis kommunu og Fugloyar kommunu.

Næsti kunningarfundur verður í Miðnámi á Kambsdali hóskvøldið 29. oktober kl. 18:20-19:20.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

Í gjár kl. 13:41

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Tá sporlið stýrir høvdinum

23 tímar síðan

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49