Vága Floghavn hevur lagt parkeringsskipanina um til nýggja Autopay-pallin. Fyri flestu bilførarar verður lítil munur, men ein týðandi freist er nú eitt samdøgur styttri.
Hevur tú koyrt av parkeringsøkinum uttan at rinda, hevur tú nú 48 tímar at eftirrinda á heimasíðuni hjá Vága Floghavn. Áður var freistin 72 tímar.
Verður ikki goldið innan freistina, verður rokning send eigaranum av akfarinum, og ómaksgjald verður lagt afturat.
Gjøldini eru óbroytt
Parkeringsgjøldini eru óbroytt. Tað er framvegis ókeypis at parkera við flogvøllin í styttri enn tveir tímar.
Fyri tey, sum regluliga brúka parkeringsøkið, er heldur ikki neyðugt at gera nakað øðrvísi enn áður. Einasta sjónliga broytingin er á gjaldsautomatunum, har nýtslumarkamótið er broytt eitt sindur.
Umleggingin varð framd 29. september. Orsøkin er, at Simplyture, sum hevur veitt parkeringsskipanina hjá Vága Floghavn, fyrr í ár varð lagt saman við norsku fyritøkuni Autopay.
Nýggj app kann avgreiða gjaldið sjálvvirkandi
Við nýggju skipanini ber eisini til at brúka Autopay-appina. Tá verður bilurin sjálvvirkandi skrásettur, tá hann koyrir inn og út, og parkeringsgjaldið verður avgreitt við gjaldskorti.
EasyPark-appin kann framvegis brúkast sum áður.