Ongi úrslit

Vága Floghavn: Koyrivegurin verður aftur lagdur um

Fyri aðru ferð síðani august verður koyrivegurin við Vága Floghavn lagdur um. Hesa ferð verður vegurin stongdur fram til 6. desember.

© Vága Floghavn.
Aftur broytt ferðsla: Gula merkingin vísir nýggju farleiðina við Vága Floghavn, har vegarbeiðið væntandi heldur fram til 6. desember.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Ferðslan við Vága Floghavn er aftur broytt. Arbeiðið byrjaði týsdagin 3. november og væntast at halda fram til 6. desember.

Orsøkin er, at arbeiðið við at gera eina nýggja rundkoyring eystanfyri parkeringsøkið nú er farið í gongd.

Núverandi koyrivegur er stongdur, og ferðslan verður fyribils leidd gjøgnum ein part av parkeringsøkinum P4.

Hetta er aðru ferð síðani august, at koyrivegurin verður lagdur um.

Í august boðaði Vága Floghavn frá, at vegurin norðan fyri parkeringsøkið skuldi leggjast um frá 24. august til 15. oktober. Tað arbeiðið var eisini partur av útbyggingini av parkeringsøkinum.

Sambært Vága Floghavn skulu allir bilførarar fylgja gulu merkingunum, sum vísa nýggju farleiðina. Framvegis verður koyrandi til løðistøðirnar.

Samstundis heldur arbeiðið við einum gongutunli undir vegnum fram. Tunnilin skal binda verandi parkeringsøki saman við nýggja, víðkaða parkeringsøkinum.

Vága Floghavn heitir á bilførarar um at vísa varsemi, meðan arbeiðið fer fram.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

Í gjár kl. 09:30