Fyri fyrstu ferð í umleið 30 ár kann alt Vágs býráð verða við til at gera fíggjarætlanina hjá kommununi.
Arbeiðið byrjar í komandi viku, tá øll býráðsumboðini hittast fyri í felag at leggja fíggjarligu karmarnar fyri 2027.
Í nógv ár hevur tað verið siðvenja, at meirilutin í býráðnum hevur staðið fyri arbeiðinum.
Sambært borgarstjóranum kann hetta vera fyrstu ferð í umleið 30 ár, at alt býráðið tekur lut í arbeiðinum.
Øll skulu fáa ávirkan
Borgarstjórin ynskir við broytingini at tryggja, at øll býráðsumboðini fáa møguleika at vera við til at gera fíggjarætlanina.
Endamálið er at fáa eina breiðari politiska tilgongd, har bæði meiriluti og minniluti kunnu vera við til at raðfesta og leggja fíggjarligu karmarnar fyri Vágs kommunu í 2027.