Vágs kommuna hevur sett Ásu Bech í starvið sum dagstovnaleiðara. Hon er 40 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur.
Ása Bech kemur úr einum starvi hjá Almannaverkinum, har hon hevur arbeitt sum námsfrøðingur í seks ár.
Áður hevur hon starvast sum námsfrøðiligur stuðul hjá Barnaverndartænastuni. Hon hevur eisini arbeitt sum námsfrøðingur á dagstovnaøkinum hjá Vágs kommunu.
Vendir aftur til Vágs kommunu
Ása Bech vendir sostatt aftur til eina kommunu, har hon áður hevur starvast.
Vágs kommuna sigur, at hon hevur viðkomandi royndir innan námsfrøði og samskipan av námsfrøðiligum arbeiði.
Umframt námsfrøðiliga arbeiðið situr Ása Bech í bygdaráðnum í Porkeri.
Hon tekur við nýggja starvinum 1. september.