Ongi úrslit

Vágs skúli fekk virðislønina í ár

Umboð fyri Vágs Skúla taka ímóti veðurlagsvirðislønini. Myndin er úr Skúlablaðnum og hana hevur Ólavur Frederiksen tikið
Áki Bertholdsen
11. mai kl. 10:26

Í ár var tað Vágs skúli, sum fekk veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag. Tað skrivar Skúlablaðið.

Í skúlanum í Vági hava tey arbeitt við at styrkja fatanina hjá børnunum av plastdálking og burðardygd - og tað hava tey gjørt við praktiskari, kannandi og skapandi undirvísing, soleiðis at børnini hava fingið innlit í hvussu tey sjálvi kunnu gera mun.

Hetta er farið fram í lærugreinini, handverki og list í 6. flokki. Skúlablaðið sigur, at íblástur hava tey, millum annað, fingið frá Fab Lab í Vági og tað eru Elin Tausen og Tina Grønbech, sum hava undirvíst børnunum.

Í hesum sambandi hava børnini arbeitt við ymiskum evnum, eitt nú plasti í náttúruni, tey hava lært um ymisk sløg av plasti og tey hava fingið undirvísing í, hvat vit sjálv kunnu gera fyri at tálma dálking við plasti.

Í hesum sambandi hava tey eitt nú arbeitt við undirvísingartilfari og filmum, vitjað fyritøkur, so sum Kirvi og Varðan Pelagic, tey hava gjørt plansjur og filmar, og tey hava endurnýtt plást við at prenta ymsar lutur burtur úr tí í 3D-prentarum á Fab Lab. Og so hava tey eisini sniðgivið og gjørt klistrimerki til ruskskiljing og gjørt eina skipan í skúlunum við ruskspannum, so rusk og plast kann verða skilt sundur tá ið tað fer í skrell.

Haraftrat hava næmingarnir ruddað í mølini har tey hava savnað, flokkað og greinað rusk fyri at kanna, hvussu umfatandi plastdálkingin er.

Ætlanin er at arbeiða víðari við at endurnýta plast, sum tey finna í náttúruni, ella fáa fatur á annars. Í hesum sambandi fara tey at samla plast saman við tí endamáli at gera nýggja lutir úr endurnýttum plasti.

Skúlablaðið sigur, at við at royna tað í verki, styrkir hetta fatanina hjá børnunum av samanhanginum ímillum nýtslu, rusk og umhvørvi.

– Tey menna førleikar innan nýhugsan, sniðgeving og tøkni, og fáa eina sterkari ábyrgdarkenslu fyri sínum egna nærumhvørvi, sigur blaðið.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

15 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47