Í fyrradagin ringdu starvsfólk á Farstøðini í Havn at melda, at ein maður hevði hótt tey.
Hann hevði hótt tey so illa munnliga, at tey meldaðu. Løgreglan fór eftir manninum og tá ið hann varð kannaður, vísti tað seg, at hann hevði eisini rúsevni uppi á sær.
Løgreglan handtók mannin og í gjár varð hann so førdur fyr rættin tí tey vildi hava hann varðhaldsfongslaðan.
Tað tók rætturin undir við og sostatt varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur ímeðan løgreglan fær greiði á málinum - og so verður hann førdur aftur fyri rættin har ein endaligur dómur fellur.