Ein brandslanga fór frá um vikuskiftið, og tað hevði við sær, at stórar nøgdir av vatni runnu út í nýggja bygningin á Sankta Frans skúla. Tórshavnar kommuna staðfestir, at talan ikki var um herverk, men um eitt brek.
Fleiri undirvísingarhøli kunnu ikki brúkast
Fólk frá kommununi hava kannað skaðan. Fleiri undirvísingarhøli hava fingið so stóran skaða, at vanlig skúlagongd í løtuni ikki ber til í bygninginum.
Í hádeildini á Sankta Frans skúla ganga 128 næmingar.
Leitað verður eftir fyribils hølum
Kommunan kannar nú, hvussu umfatandi skaðin er, og hvussu skjótt bygningurin kann gerast klárur aftur. Samstundis verður arbeitt við at finna hóskandi fyribils høli til næmingarnar, so skúlagongdin verður órógvað minst møguligt.