Forsøgn galdandi til mikumorgunin
Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað við sól ella sólglottum, í støðum skýggjað og turt. Hitin í dag 12 til 17 stig, í nátt 6 til 10 stig.
Mikudagin
Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað ella klárt við sól ella sólglottum, í støðum tám ella mjørki. Um kvøldið gongur hann vesturum til útsynning, og um náttina upp í vestan, og tað dregur á luftina. Hitin um dagin 12 til 17 stig; um náttina 8 til 11 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og turt, í støðum tám ella mjørki. Seinnapartin og frameftir smáskýggjað við sól ella sólglottum og turt, í støðum tám ella mjørki. Hitin 10 til 16 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað við sólglottum og turt. Um kvøldið og náttina lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og turt. Hitin 10 til 16 stig.
Leygardagin
Lítið lot millum útnyrðing og útsynning, 3 til 8 m/s, skýggjað og turt. Hitin 10 til 15 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, skýggjað og turt. Hitin 10 til 15 stig
Veðurstova Føroya