Forsøgn galdandi til týsmorgunin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin dregur aftir á luftina. Hitin í dag millum 10 og 14 stig. Í kvøld lítið lot av útsynningi, sum frálíður snarar eystur í landsynning, minni enn 5 m/s. Samdrigið, í støðum mjørki, og ælaveður ella regn. Hitin í nátt millum 6 og 10 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot av landsynningi, sum fyrrapartin gongur vestur í útsynning, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn, men út á kvøldið slítur í. Hitin millum 6 og 11 stig.
Mikudagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður. Seinnapartin hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Um kvøldið minkar til lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, men um kvøldið okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, men sum, frálíður dregur á luftina og okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Sum frálíður minkar vindurintil lítið lot og lækkar um eystan niður í sunnan, minni enn 5 m/s. Skýggjað, møguliga regn, og ælaveður ella regn.