Forsøgn galdandi til fríggjamorgunin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s. Skýggjað við sólglottum, í støðum mjørki og regn ella ælaveður. Seinnapartin klárnar til hálv- ella smáskýggjað, í støðum mjørki, og kanska okkurt ælið. Hitin 10 til 15 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Seinnapartin minkar hann niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt, í støðum mjørki. Hitin 9 til 14 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt, í støðum mjørki. Hitin 10 til 15 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt, í støðum mjørki. Hitin 11 til 16 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Um kvøldið fer hann í sunnan og minkar niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt, í støðum mjørki. Hitin 10 til 15 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt, í støðum mjørki. Hitin 10 til 15 stig.
Veðurstova Føroya