Forsøgn galdandi til leygarmorgunin
Lítið lot sunnan og av landsynningi, minni enn 5 m/s. Skýggjað við sólglottum og í støðum mjørka, fyrst yvirhøvur turt, men seinnapartin fer at regna. Í kvøld fer hann í útsynning og veksur upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Hálvskýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á seinnapartin minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og ælaveður. Hitin millum 9 og 14 stig.
Mánadagin
Lítið lot sunnan og av útsynningi, minni enn 5 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið fer hann eysturum til eystan og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Tað fer at regna. Hitin millum 8 og 13 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, sum spakuliga hækkar í útnyrðing. Samdrigið og regn, men um kvøldið slítur í. Hitin millum 6 og 11 stig.
Mikudagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Um kvøldið lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og bert einstøk æl.