Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Forsøgn galdandi til mánamorgunin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, tó í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað, og okkurt ælið. Seinnapartin minkar vindurin so líðandi til lot til frískt lot millum útsynning og vestan, 3 til 8 m/s. Smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt skýggjað ella hálvskýggjað, og okkurt ælið. Hitin í dag 10 til 14 stig; í nátt 6 til10 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot millum útsynning og vestan, 3 til 8 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað, og okkurt ælið. Út á seinnapartin dregur á luftina og sum frálíður fer at regna. Seint á kvøldið fer hann eysturum til landsynning. Samdrigið, í støðum møguliga mjørki, og regn. Hitin millum 8 og 13 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av landsynningi, men fyrrapartin gongur hann vestur í útsynning, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn, men út á kvøldið slítur í. Hitin millum 6 og 11 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður. Seinnapartin hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt, men út á seinnpartin dregur á luftina. Um kvøldið minkar til lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Samdrigið, í støðum møguliga mjørki, og regn.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður, men sum frálíður hálvskýggjað og yvirhøvur turt, men í støðum møguliga mjørki.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

Í gjár kl. 16:04

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00