Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Forsøgn galdandi til hósmorgunin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað, onkur sólglotti og yvirhøvur turt. Í nátt gongur hann niður í vestan, skýggjað og okkurt ælið í støðum. Hitin 9 til 13 stig.

Hósdagin

Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, sum fyrrapartin ongur niður í útsynning, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Seinnapartin skiftandi skýloft og ælaveður. Um kvøldið lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Um náttina regn ella ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og regn. Seinnapartin gongur hann vesturum til útsynning og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Um kvøldið ælaveður. Um náttina lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.

Leygardagin

Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Seinnapartin veksandi upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og samregn, stundum grovt regn. Sum frá líður gongur hann niður í sunnan og fer vesturum. Um kvøldið lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina lækkar hann í sunnan. Hitin 8 til 12 stig.

Sunnudagin

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin melur hann av ymsum ættum. Um kvøldið veksandi vindur av útnyrðingi upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 7 til 13 stig.

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 7 til 12 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

8 tímar síðan

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58