Forsøgn galdandi til mánamorgunin
Frískt lot til frískan vind millum norðan og útnyrðing, 5 til 10 m/s, vaksandi til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum regn. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í frískan vind til strúk í vindi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og bert okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað ella hálvskýggjað og okkurt ælið, tó sum frá líður yvirhøvur turt og sólglottar. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í lot millum útnyrðing og vestan, minni enn 5 m/s. Hitin 7 til 11 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og í støðum tám ella mjørki. Sum frá líður veksur hann vindin til frískt lot upp í frískan vind millum sunnan og landsynning, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina og út á kvøldið verður regn. Hitin 9 til 13 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Fyrst samdrigið og regn, men sum frá líður skýggjað ella hálvskýggjað og í støðum tám, driv ella okkurt ælið. 10 til 14 stig.
Hósdagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað, támut og stundum driv ella ælaveður. Sum frá líður minkar hann vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 10 til 14 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot millum vestan og útsynning, 3 til 8 m/s, sum frá líður hækkandi í útnyrðing og vaksandi til frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað, í støðum mjørki og okkurt ælið, men eisini sólglottar í støðum.