Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað ella klárt við sól ella sólglottum, í støðum tám ella mjørki, mest sunnanfyri og vestanfyri. Í kvøld gongur hann vesturum til útsynning og veksur vindin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað, vestanfyri tám ella mjørki í støðum við sirmi ella onkrum æli, men eisini klárt í støðum, serliga eystanfyri. Hitin um dagin 12 til 17 stig, um náttina niður í 8 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skyggjað samdrigið og turt, vestanfyri í støðum tám ella mjørki. Seinnapartin og frameftir smáskýggjað við sól ella sólglottum og turt, tó framvegis tám ella mjørki, mest vestanfyri. Hitin um dagin 12 til 17 stig, um náttina niður í 8 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað við sólglottum og turt, í støðum mjørki. Um kvøldið og náttina lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og turt. Hitin um dagin 11 til 16 stig, um náttina niður í 7 stig.
Leygardagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og turt. Hitin 10 til 15 stig.
Sunnudagin
Lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, mest vestan. skýggjað og turt, í støðum tám ella mjørki, mest vestanfyri. Hitin um dagin 12 til 16 stig, um náttina 9 til 12 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Skyggjað, í støðum tám ella møjrki, men eisini sól ella sólglottar í støðum. Hitin 11 til 16 stig.
Veðurstova Føroya