Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum í kvøld veksur upp í frískt lot til frískan vind vestan, og í nátt upp í frískan vind ella strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og okkurt ælið; móti morgni regn. Hitin 9 til 15 stig.
Hósdagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og um morgunin regn, út á dagin ælaveður. Hitin 9 til 13 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið, serliga vestanfyri. Út á kvøldið og um náttina minkar hann vindin niður í lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 9 til 14 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkur ælið, serliga norðanfyri. Hitin 8 til 12 stig.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið, serliga norðanfyri. Um náttina lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 11 stig.
Mánadagin
Av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og stundum regn ella okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.
Veðurstova Føroya