Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Møguliga ælaveður ella regn sunnast í landinum. Í nátt frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 11 til 14 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað, sólglottar og ælaveður. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Um náttina norðan, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 8 til 11 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Um náttina av útnyrðingi, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 10 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður lítið lot, minni enn 5 m/s; samdrigið og okkurt ælið. Um náttina av ymsum ættum. Hitin 7 til 12 stig.

Leygardagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 13 stig.

Sunnudagin

Lítið lot av útsynningi og seinni suðri, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft, onkur sólglotti og bert okkurt ælið. Hitin 11 til 14 stig.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

Í gjár kl. 08:55

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39