Ongi úrslit

Veðrið á Fjarðastevnu

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Forsøgn galdandi til sunnumorgunin

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum frá líður veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Seinnapartin hækkar hann í útnyrðing og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 14 stig, men í nátt niður í 4 til 9 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin minkar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 14 stig.

Mánadagin

Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, sum út á kvøldið og náttina hækkar í norðan. Skýggjað og yvirhøvur turt, um kvøldið fer at regna. Hitin 5 til 10 stig.

Týsdagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Út á seinnapartin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt, men út á kvøldið fer at regna. Hitin 8 til 13 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 9 til 14 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og ælaveður. Hitin 9 til 14 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Í gjár kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Í gjár kl. 14:22

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03