Tórshavnar kommuna hevur samtykt ein nýggjan umhvørvispolitikk fram til 2032 og hevur nú savnað leiðarar, umsiting og starvsfólk til ein serstakan veðurlagsdag. Málið er greitt: Høvuðsstaðurin skal gerast grønari, og kommunan skal ganga undan við burðardyggum loysnum.
Veðurlagsbroytingar merkjast longu
Á veðurlagsdegnum varð sjóneykan sett á, hvussu veðurlagsbroytingar longu ávirka samfelagið. Borgarstjórin, Elsa Berg, vísti millum annað á vaksandi matvøruprísir, sum kunnu knýtast at turki í Suðurevropa og aðrastaðni. Hon legði dent á, at øll verða ávirkað – beinleiðis ella óbeinleiðis.
– Sjálv ímyndi eg mær eina høvuðsstaðarkommunu við reinari luft, minni larmi og betri møguleikum at ganga og súkkla, segði Elsa Berg.
Víst varð á ítøkilig úrslit
Kommunan vísti eisini á átøk, sum longu eru sett í verk. Dagstovnurin undir Brúnni arbeiðir við kompostering, meðan dagstovnurin Sólareygað hevur fingið sólorku og fer at fáa meira. Samstundis verður Bussleiðin drigin fram sum eitt týdningarmikið amboð til at minka um ferðslu, larm og útlát.
Eitt átak fyri at fáa størri arbeiðspláss at skilja papp og pappír gav eisini úrslit. Innsavningin vaks við umleið 300 tonsum eftir einum ári.
Kommunan staðfestir, at hon vil vera millum fremstu kommunur á umhvørvisøkinum, spara orku og minka munandi um útlátið komandi árini.