Í sambandi við arbeiðið á Skúlavegi verður vegurin stongdur týsdagin 25. august og mikudagin 26. august frá kl. 9.00 til 16.00.
Kommunan heitir á bilførarar um at koyra varliga í økinum og fylgja vegleiðingini frá teimum skeltum, ið verða sett upp.
Stór dagføring av spillvatnsskipanini á Ziskatrøð
Á Prestvegi er farið undir arbeiði, sum er liður í eini størri dagføring av spillvatnsskipanini á Ziskatrøð. Kanjon stendur fyri arbeiðinum vegna Klaksvíkar kommunu.
Verkætlanin er partur av longri arbeiðinum hjá kommununi at nútímansgera spillvatnsskipanina og tryggja eina betri og meira burðardygga loysn fyri økið.
Arbeiðið verður gjørt í tveimum stigum. Tá ið fyrri parturin er av, heldur arbeiðið fram við næsta stigi.
Endamálið við verkætlanini er millum annað at tryggja, at spillvatn ikki longur verður leitt út í Ósánna, tá ið øll verkætlanin er liðug.