Nes kommuna fer nú undir eina størri ábót á vegnum á Agninum. Mánamorgunin 7. september skrivaðu kommunan og Falkon undir sáttmála um arbeiðið.
Vegurin verður breiðkaður umleið tveir metrar frá innkoyringini til seyðahúsið við Kornvatn og niðan til Eystnesveg, eisini nevndur Mylluvegurin. Vegastrekkið er umleið 400 metrar langt og hevur sambært kommununi stóran tørv á ábótum.
Kommunan hevur yvirtikið meira av vegnum
Vegurin av Nesi og niðan til Æðuvíkarvegin hevur áður verið landsvegur. Fyri nøkrum árum síðan yvirtók Nes kommuna partin niðan til Blákrossheimið. Fyrr í ár varð avtalað við Landsverk, at kommunan eisini yvirtekur góðar 700 metrar frá Blákrossheiminum og niðan til Eystnesveg.
Arbeiðið skal verða liðugt í ár
Falkon fer undir arbeiðið í heyst, og ætlanin er, at tað verður liðugt innan árslok. Tá ið breiðkingin er liðug, skal Landsverk sambært avtaluni seta bilverju upp á vegastrekkinum við Kornvatn.