Ongi úrslit

Veiðigjald fyri hundraðtals milliónir: Eitt fólk sat við allari ábyrgdini

Eitt starvsfólk hjá Vørn hevur einsamalt havt ein avgerandi leiklut í eftirlitinum við upplýsingum, sum liggja til grund fyri innkrevjing av fleiri hundrað milliónum krónum í veiðigjaldi um árið.

© Vørn.
Landsgrannskoðanin heldur, at tað er viðbrekið, at eitt fólk einsamalt umsitur eina skipan, har fleiri hundrað mió. kr. verða kravdar inn um árið.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Landsgrannskoðanin heldur, at skipanin hevur verið viðbrekin, tí ein týðandi partur av eftirlitinum hevur verið savnaður hjá einum einstøkum starvsfólki.

Eftirlitsfólkið hjá Vørn heintaði nøgdir úr “Høgguslokkinum”, sum er ein KT-skipan, har upplýsingar um veiðu og avreiðing verða skrásettar og millum annað nýttar sum grundarlag undir veiðigjaldinum.

Ein persónur stóð fyri øllum
Nøgdirnar vórðu bornar saman við fiskiloyvini og síðani latnar bókhaldsleiðaranum. Sami persónur kannaði eisini, um seldi fiskurin var skrásettur á rætta fiskiloyvið, og um upplýsingarnar frá skipi og virki samsvaraðu. Skipanin boðaði ikki sjálvvirkandi frá, um ósamsvar var í upplýsingunum.

Sama eftirlitsfólk umsat upplýsingarnar í Høgguslokkinum og hevði eftirlit við tí, sum fiskakeypararnir skrásettu í skipanina.

Landsgrannskoðanin vísir á at fleiri hundrað milliónir krónur verða kravdar inn um árið umvegis skipanina.

– Landsgrannskoðanin helt, at tað kundi vera viðbrekið, at eitt fólk einsamalt umsat skipanina, har fleiri hundrað mió. kr. verða kravdar inn um árið, stendur í ársfrágreiðingini.

Skipanin skal gerast tryggari
Í august 2026 greiddi landsstýrisfólkið frá, at bæði leiðslan á Vørn og landsstýrisfólkið vóru samd við Landsgrannskoðanini um, at skipanin hevði ein veikleika.

Tey meta, at tað kann vera bæði óheppið og ótrygt, at bert eitt starvsfólk hevur ábyrgdina av at tryggja, at upplýsingarnar, sum liggja til grund fyri rokningunum til loyvishavararnar fyri veiðigjald, eru rættar.

Ætlanin er tí at gera skipanina tryggari, so fleiri kunnu arbeiða við eftirliti og skráseting av fiskatilfeinginum.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

Í gjár kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13